
Ársaðalfundurin 27. januar
Felagið Teinæringur hevði aðalfund síðst í januar í ár.
8 mans møttu í skúlanum við Løgmannabreyt til fundin. Formaðurin bjóðaði vælkomin, og Búi Brattaberg varð valdur fundarstjóri.
Formaðurin greiddi frá virki felagsins í farna ári, báturin verður mest brúktur av skúlaflokkum í Tórshavnar Kommunu, men eisini hava skótar verið onkrar túrar, og onkur ítróttarfeløg. Tað er serliga Teinæringurin, sum verður brúktur. 7-mannafarið Leiftur hevur ikki verið nógvar túrar seinnu árini, tíverri. Felagið skipaði bert fyri einum túri í 2022, og tað var Regatta av Eiði. Teinæringurin varð mannaður, og Leiftur var eisini við, tó lándur út til onnur fólk, men stuttligt at báðir bátanir vóru við.
Síðani greiddi kassameistarin frá um rokniskapin fyri 2022. Tað var eitt gott ár hjá okkum, og vit endaðu við einum avlopið á knappar 7000 krónur.
Vit tosaðu um innlimingar og limagjald, og samdust um at halda fram við tí sum hevur verið í nøkur ár, 500 krónur í innliming og 200 krónur í limagjaldi. Ein granskoðari skuldi veljast, og vit valdu at halda fram við Tórur Hansen
Nevndarval var eisini á skrá. Eyðun, Dávid og Tórfinnur stóðu fyri valið. Eingin stillaði upp ímóti, og tískil halda teir trýggir fram. Nevndin skipaði seg eftir fundin soleiðis:
Heðin Laksá Nielsen, formaður
Búi Brattaberg, næstformaður
Dávid Arnold Hjelm, kassameistari
Eyðun Egholm, nevndarlimur
Tórfinnur Húsgarð, nevndarlimur
Egil Joensen og Jón Kragesteen vóru valdir til tiltakslimir.
Vit sendu í november í fjør eina umsókn til kommununa, um at tey betaldu okkum eitt fast árligt gjald fyri leigu av bátinum. Skipanin nú er soleiðis, at ein rokning verður send hvørjaferð ein skúli lænur bátin. Hetta halda vit vera óneyðugt. Lættari hevði verið um eitt gjald kom einaferð um árið, og so lændu skúlanir bátin ókeypis. Hetta hevði eisini gjørt tað lættari fyri okkum at reka felagið, men kommunan gekk ikki umsóknini á møti. Vit søktu um 25000 krónur.
Í 2022 setti kommunan seg í samband við okkum, Bátafelagið og Froskmannafelagið, um at leiga 4 neyst úti í Bakka frá kommununi. Hetta hevði gjørt at vit kundu fingið útgerð inn í eitt neyst, og tað hevði eisini verið møguligt at fingið tann minna bátin inn. Allir partar virkaðu glaðir fyri avtaluna, har vóru nakrir fundir, og vit skiltu tað sum at avtalan bara skuldi undirskrivast, men so steðgaði alt upp. Tað seinasta vit hoyrdu var at málið lá í fíggjarnevndini hjá kommununi.
Eftir fundin smurdu vit árar, og felagið skipaði fyri hugnakvøldi, har suppa og okkurt leskandi at drekka var at fáa.
Vit takka fyri ein siðiligan fund.
Formaðurin
(Lagt inn 21. mai 21:20)