Læn teinæringin

Í teinæringinum Royður kunnu 20 rógva í senn. Harafturat kunnu nøkur sita og ein skal jú stýra. Báturin riggar tí væl til skúlaflokkar, fyritøkur og onnur at fara ein túr við. 

At rógva er gott fyri kroppin og gevur eisini sera gott høvi at venja samstarv - og ikki minst at venja dissiplin, tí í báti er sera umráðandi at gjørt eftir boðum, tá ið tey verða givin.

Gamalt er, at føroyingurin er føddur við ár í hond og í øldir hevði báturin sera stóran týdning fyri alt lív í Føroyum. At rógva í føroyskum báti er tí á ein hátt eisini ein ferð í gjøgnum mentan og søgu. 

Kostnaðurin fyri ein túr við Royður upp á einar 2 tímar er 800,- kr. Til ber at biðja felagið Royður um at skipa fyri, at roynt fólk er við og og tá er minsti takstur 500,- kr.  v/mvg, sum er fyri tveir teir fyrstu tímarnar og síðani 200,- kr v/mvg pr tíma.


Tú bíleggur við at senda teldupost til:

roydurroydur@gmail.com

Upplýs: navn, dag, frá kl til kl og tal á fólki.

(Báturin liggur í Álakeri, vestar eru í neystinum hjá Froskmannafelagnum við Skinnarasker) 

Hevur tú spurningar, kanst tú ringja á 510449

Í kalendaranum niðanfyri sæst, nær báturin er tøkur: