Royður á regatta í fjør (Mynd: Jens Kr. Vang / portal.fo)

Aðalfundur 15. februar

Nevndin í felagnum kallar limirnar inn til aðalfund leygardagin, tann 15. februar, klokkan 16 í skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík. Inngongd frá Karlamagnusarbreyt.

Skrá sambært viðtøkunum:
1. Val av fundarstjóra
2. Frágreiðing nevndarinnar frá virki felagsins í farna ári
3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar
4. Innkomin mál (umrøða møguleikar, onkursvegna at hava lítlan motor á)
5. Áseting av limagjaldi og innlimingargjaldi
6. Val av nevndarlimum og tiltakslimum
7. Val av grannskoðara
8. Ymiskt

Innkomin mál skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagið 14 dagar undan aðalfundinum, og tað er at senda á mail: Laksa2405@gmail.com.

Hesuferð eru tað Heðin Laksá Nielsen og Jón Kragesteen, sum standa fyri vali.

Eftir fundin er ætlanin at fara oman á Bacalao, at pussa og smyrja árar, tyljur og annað, sum hoyrir til bátanar báðar. Felagið bjóðar okkurt at eta og drekka afturvið.

Ynskir tú at gerast limur, ber til at flyta 500 krónur á konto 9181- 377.817.9.

Vinarliga
Nevndin