
Mynd: Sverri Egholm
Aðalfundur verður leygardagin 16. februar
Nevndin í felagnum kallar liminar inn til aðalfund leygardagin tann 16. februar, klokkan 17 í skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík.
Skrá sambært viðtøkunum:
1. Val av fundarstjóra
2. Frágreiðing nevndarinnar frá virki felagsins í farna ári.
3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar.
4. Innkomin mál.
5. Áseting av limagjaldi og innlimingargjaldi.
6. Val av nevndarlimum og tiltakslimum-
7. Val av grannskoðara
8. Ymiskt
Hesuferð eru tað Búi Brattaberg, Eyðun Egholm og Bødvar Hjartvarson, sum standa fyri valið.
Eftir fundin er ætlanin at fara oman á Bacalao, at pussa og smyrja árar, tyljur og annað, sum hoyrir til bátanar báðar. Felagið bjóðar okkurt at eta og drekka afturvið.
Vinarliga
Nevndin