Eyðun Egholm, Búi Brattaberg, Heðin Laksá Nielsen og Knud Bjørk

Árar og tyljur stóðu fyri tørni

Fríggjakvøldið samlaðust nakrir limir í felagnum og aðrir góðir vinir at felagnum, niðri á loftinum í Baccalao. Árar, tyljur, mastur og alt, sum har til hoyrir, varð lagt inn í eitt rúm har at torna, tá báturin varð tikin upp á land fyri summarið.

Nú skuldi alt so reinsast og smyrjast. Fyrsta smyrjiumfar gekk skjótt og væl. Vit vóru 7 mans, og uppá eini 3 tímar var alt avgreitt. Tað skal tó sigast, at tað ikki var full ferð á alla tíðina.

Tá ið oljan er tornað eitt sindur, verður alt smurt einaferð afturat. Helst einaferð í hesi vikuni.

Bátarnir skulu smyrjast
Nú fer at nærkast til bátanir eru klárir til smyrjing. Báðir bátanir eru reinsaðir, og eru nakrir turrir dagar í trekk í nærmastu framtíð, so verður farið í holt við teir. Ætlanin er, at Teinæringurin skal flotast á flaggdegnum 25. apríl.

Tann lítli báturin, sjeymannafarið Leiftur, verður flotaður nakrar dagar áðrenn, um tað verður møguligt.

Vónandi síggja vit fleiri limir, tá vit fara at smyrja bátarnar.