
Báðir bátarnir flotaðir á flaggdegnum
Í frálíka veðrinum á flaggdegnum leygardagin vórðu báðir bátarnir hjá felagnum flotaðir.
Royður, sum er teinæringurin, varð fingin upp fyrr í apríl, og vit vóru so hepnir at sleppa í eina høll hjá Mest við honum. Har varð báturin smurdur, og patent varð málað á bátin.
Leiftur, sum er eitt 7-mannafar, hevur staðið í neysti í Álakeri, og er smurdur.
Tað riggaði væl at flota bátarnar. Fitt av manning var møtt upp, og Vita-margarin var eisini til góða hjálp.
Nú liggja báðir bátarnir úti á Bakka, og eru klárir hjá skúlaflokkum og øðrum at brúka, tá tað einaferð kemur í gongd aftur.
Felagið hevur ætlanir um onkrar túrar í summar, men tað veldst alt um korona, og ikki minst veður og rák.
(Lagt inn 28. apríl 22:00)