Mynd: Portal.fo

Byrja fyrireikingarnar til árið

Teir báðir bátarnir hjá Teinæringafelagnum, teinæringurin Royður og 6-mannafarið Leiftur, standa enn uppi á landi, og fyrireikingarnar til árið eru so smátt farnar í gongd.

Bátarnir hava verið nógv brúktur gjøgnum árini, og árið í fjør var einki undantak. Javnan eru skúlaflokkar í Havnini, sum brúka bátarnar, men í fjør var teinæringurin eisini víða um í landinum.

Millum annað á Nordisk Kystkultur í Vági, har báturin varð fluttur suður við Smyrli, men sigldur heimaftur við seglum, á regattasiglingini í Hósvík umframt á øðrum túrum.

Fyrireikingarnar eru so smátt farnar í gongd fyri hetta árið. Í næstum skulu bátarnir smyrjast innan og uttan og í morgin hevur felagið aðalfund.

- Felagið hevur einki neyst, so vit liva av vælvild frá Tórshavnar kommunu og góðum fólki. Í vetur eydnaðist tað okkum tíverri ikki at fáa bátarnar inn at standa, og tað harmar okkum. Vit leita eftir einari loysn fyri næsta vetur. Fyribils standa bátarnir í Alakeri, sigur Heðin Laksá Nielsen, ein av teimum yngru kreftunum í felagnum.

Hann leggur afturat, at arbeitt verður um at betra umstøðurnar hjá felagnum, og at fáa bátarnar brúktar so nógv sum møguligt.