
FF Klettar við Teinæringinum
FF Klettar úr Århus vóru útferð við Royði nakað undan ólavsøku. FF Klettar er fótbóltslið úr Århus, mannað av Føroyingum. Niðanfyri kemur partur av ferðafrásøgnini.
Vit fóru úr Álakeri umleið 9.30 um morgunin. 15 mans vóru við, also 14 sum róðu og 1 stýrdi. Veðrið var gott, men úti av fjørðinum varð eitt sindur av aldu. Teinæringurin berð seg væl í sjógnum, so tað var eingin trupuleiki.
Tað tók beint undir 1 tíma at rógva út, og tá vóru enntá tveir stuttir steðgir á vegnum, so sigast má at tað gekk avbera væl, hóast bara 14 róu.
Úti í Nólsoy varð fóru vit ein túr út á Bogan og Stongina. Har ótu vit matpakka, breyð við Føroyskum viðskera. Heima í bygdini høvdu vit leigað pott og sauna frá Beinir og Nicolaj. Har fóru nakrir tímar, og til seinast grillaðu vit pylsur og breyð.
Menn hildu ikki at tað var ráðiligt at rógva bátin inn aftur um kvøldið, og tískil varð farið inn aftur við Ternuni.
Ein sera góður túrur, og sigast má at báturin er ideellur til slíkar útferðir.
Teinæringurin bleiv heintaður nakrar dagar seinni, og sleipaður inn aftur í Álaker, har nýggja plássið hjá honum er