
Innlimingargjaldið í Teinæringafelagnum broytt
Eykaaðalfundur var í gjárkvøldið í skúlanum á Argjahamri. Á skránni var eitt uppskot um broyting av innlimingar- og limagjaldinum í felagnum. Eisini var prátað um ymiskar túrar í summar. Eitt nú var tosað um bátastevnuna í Vestmanna, Regatta í Hósvík og onkran túr út til Nólsoyar.
Aftur í ár vænta vit, at bátanir verða nógv brúktir av skúlunum eisini. Til dømis hevur skúlin á Argjahamri brúkt bátin í dag til eini 35 næmingar.
Uppskotið, sum nevndin legði fram var, at innlimingargjaldið skuldi lækkast úr 1.500 krónur niður í 500 krónur. Hetta bleiv samtykt. Bara ein atkvøða var ímóti.
So var uppskot um at lækka limagjaldið úr 200 krónum niður í 100 krónur, men tað uppskotið varð tikið aftur.
Teir limir, sum hava goldið 1.500 krónur í innlimingargjaldið eiga sostatt 1.000 krónur til góðar í felagnum. Har bleiv tað so samtykt á fundinum, at hesir limir sleppa undan at betala limagjald tey næstu 5 árini, til og við 2021.
7 mans vóru møttir á fundinum, so undirtøkan var ikki tann besta. Fundurin gekk væl og tók ein góðan tíma.