
Næmingar við Royði
Teinæringurin verður mest brúktur av skúlanæmingum hjá Tórshavnar Kommunu. Soleiðis var eisini í morgun. Talan var um 7. flokk í Skúlanum á Argjahamri, sum var farin ein túr. Búi skipaði fyri og var við teimum. Har vóru umleið 20 næmingar við. Tey hava vitjan av næmingum úr Norra og Letlandi, og hesi vóru eisini við, og tey lótu sera væl at.
Teinæringurin er vælegnaður hjá skúlaflokkum at lána. Báturin er rúmligur, so tað ger heldur einki um tað eru fleiri enn 20 fólk við.