
Nú kann teinæringurin torna
Tað eydnaðst tíverri ikki felagnum at fáa bátarnar inn hendan veturin. Hølini, sum hava verið brúkt tvey tey seinastu árini, vóru ikki tøk longur. Tí standa bátarnir í Álakeri.
Fyri at fáa størra bátin, teinæringin Royð, at torna so frætt, at hann kann blíva smurdur, er presending løgd út yvir hann. Hetta varð gjørt leygardagin.
Byrjað var við at taka tollarnir og bátsskeytini av, so at tey kundu smyrjast ordiligt og fyri, at presendingin skuldi sleppa væl niðuryvir bátin og ikki skrædna. Síðani var farið at kappa plastikkrør sundur, so tey rukku tvørturum bátin og at boyggja tey. So løgdu vit lektir ímillum og rør niðuryvir, fyri at presendingin ikki skuldi liggja og sláa móti hvassa kantinum. Og síðan at leggja presending og eitt trol niðuryvir stramt og væl, so tað heldur til møguligar stormar.
Vit vóru væl mannaðir og arbeiðið gekk skjótt og væl.