
Royður flotaður á flaggdegnum
Sum siðvenja er varð teinæringurin “Royður” flotaður á flaggdegnum mikudagin.
Í vetur hava limir í felagnum og onnur hjálpt til at smyrja bátin, árar og annað í bátinum so hann kundi verða klárur á flaggdegnum.
Eini tjúgu mans vóru við hendan dagin, og veðrið var nøkulunda hóast tað fór at regna. Róð varð eina løtu aftur og fram á havnarvág, og síðani varð báturin lagdur úti á Bakka.
Í summar er ætlanin at gera nakrar túrar. Longu til bátastevnuna í Vestmanna síðst í næsta mánað er ætlanin at savna manning. Í fleiri ár hevur teinæringurin verið við á regatta í Sundalagnum, og tað er eisini ætlanin í ár, sigur Heðin Laksá Nielsen, formaður í Teinæringafelagnum.
Umframt tað verður báturin brúktur av skúlaflokkum tá tað viðrar.
Ein teinæringur er føroyskur árabátur har tjúgu mans kunnu rógva samstundis. Tveir av slagnum eru í Føroyum. Annar er Royður og hin, nakað nýggjari, Brandur Sigmundarson.