Royður flotaður

Í gjárkvøldið varð Royður flotaður. Tollarnir, sum vóru tiknir úr bátinum fyrr í ár, vóru mánakvøldið settir í aftur. Masturin, árar og tyljur sum hava verið smurt á Baccalao, var flutt yvir í Álaker og fingið í bátin.

So var klárt at flota bátin. Veðrið var sera gott, og vindurin var næstan eingin, men alíkavæl varð roynt at sigla við segli. Tað gekk væl og var fín venjing hjá teimum umborð.

Báturin var ikki fullmannaður, so siglt var bara inni við land.

Ætlanin er at gera fleiri túrar í summar. Eitt nú verður farið á regatta í Hósvík, men ætlanin er eisini at gera aðrar túrar. Okkurt hevur verið nevnt um Bátastevnuna í Vestmanna, sum verður síðst í mai.

Vónandi eydnast at skaffa manning til tað.