Mynd: Pætur Skeel Nolsøe

Sigldu teinæringin úr Vági til Havnar við segli - næstan allan vegin

Ferðafrásøgn: Seinnapartin í dag lá teinæringurin Royður aftur undir Høgukei við Skálatrøð í Havn, har hann vanliga liggur. Hetta eftir, at hann hevur staðið á landi á Garðabrúgv í Vági síðani á jóanssøku fyrst í hesum mánaðanum.

Í dag varð hann so sigldur norð aftur, har hann hoyrir heima. Bæði havnarmenn og vágbingar vóru við á túrinum, sum tók góðar 10 tímar tilsamans. Teinurin av Vági til Tórshavn er umleið 70 kilometrar, og túrurin má leggjast væl til rættis áðrenn man fer nakran veg.

Nú eydnaðist so teinæringafelagnum at fáa nokk av fólki til at fáa bátin norð. Veður og sjóvarfall passaðu, so var farið var av Vági tá klokkan var farin nakað av fimm í morgun. Skipari var Hans í Líðini.

Seglini vórðu sett beinanvegin og tað gekk skjótt út eftir fjørðinum og so norðeftir. Men út fyri Lítlu Dímun vóru smávegis trupulleikar við mastrini, sum sprekkaði nakað tí ov nógv stóð á. Endarnir vóru strammaðir og trupulleikar vóru ikki við tí restina av túrinum.

Hann hevði lovað meira vind enn tað bleiv til, so menn settust við árarnar fyri at fáa meira ferð á bátin, sum annars gekk góð 5-6 míl í fleiri førum. Tað gekk eisini væl, men komnir nakað út fyri Borðina gekk ongan veg hjá teinæringinum. Mótstreymur var og báturin rak eystureftir. Avgerð var tí tikin um at fáa bát úr Havn at sleipa teinæringin til Glyvurnes, tí annars høvdu vit sitið og róð enn.

Av Glyvursnesi varð so róð inn á Havnina, og nú liggur Royður so aftur undir Høgukei. Vit komu á Havnina um fýra tíðina.

Ein fínur túrur, hóast ein er eitt sindur moyrur.

Felagið hevur ymiskt virksemi í hesari summarhálvuni. Ólavsøka er um nakrar fáar dagar, regatta í Hósvík um tvær vikur og so byrja skúlarnir, sum ofta brúka bátin, aftur í august mánaða.

Kelda: Portal.fo