
Teinæringafelagið nýggjan formann
Á aðalfundinum 16. februar var nevndarval á skránni. Góð uppmøting var til fundin, har tríggir nevndarlimir stóðu fyri vali.
Bødvar Hjartvarsson stillaði upp sum nýggjur nevndarlimur, og varð valdur í nevndina. Búi Brattaberg og Eyðun Egholm vóru afturvaldir.
Nevndin skipaði seg stutt eftir aðalfundin, og hevur nú fingið nýggjan formann. Undanfarni formaður, Búi Brattaberg, er nú næstformaður.
Nevndin í Teinæringafelagnum:
Heðin Laksá Nielsen, formaður
Búi Brattaberg, næstformaður
Eyðun Egholm, kassameistari
Jón Kragesteen, skrivari
Bødvar Hjartvarsson
Sí eisini: Nú kann teinæringurin torna