Mynd: Sverri Egholm

Teinæringurin fluttur

Tá nýggju bátabrúgvanar vórðu lagdar út inni í krókinum, har Teinæringurin lá, gjørdist tað ov trongt at koma út við bátinum.

Báturin lá við Høgukei frammanfyri Skeiva pakkhús, og avgjørt var at flyta hann út á Bakka, har Froskmannafelagið byggir neyst. Av tí, at tann bátabrúgvin er ætla til stórar seglbátar, var hetta bara ein fyribils loysn.

Nevndin í felagnum setti seg í samband við Tórshavnar komunu, fyri at fáa eitt fast og trygt pláss at leggja bátin. Serliga skuldi tað verða lætt hjá børnum at sleppa umborð, og lætt at sleppa út við bátinum. Teinæringurin verður nógv brúktur av skúlanæmingum í komununi.

Í samstarvi við býráðið og Tórshavnar havn, fingu vit eitt sera gott pláss á Kongabrúnni. Tað plássið er sera væl egnað til Teinæringin. Nevndin í felagnum er væl nøgd við plássið vit fingu, og vit takka býráðnum og Tórshavnar havn fyri at hjálpa okkum so væl, sum teir gjørdu.