
Mynd: Portal.fo
Teinæringurin Royður flotaður
Gamalt var at flota bátarnar á flaggdegnum. Tað var eisini ætlanin, men vegna vánaligt veður varð tað útsett.
Í gjárkvøldið var teinæringurin “Royður” so flotaður og árið kann byrja. Ein teinæringur er eitt 20-mannafar. Báturin er 12,8 metrar til longdar.
Tað vóru menn úr felagnum Teinæringur, sum eisini eigur bátin, sum flotaðu bátin.
- Felagið var rættiliga virki í fjør. Báturin varð nógv brúktur av bæði limum og eisini av skúlum kring alt landið og tað er tað, tað snýr seg um. At fáa bátin brúktan, sigur 21 ára gamli Heðin Laksá Nielsen, sum er ein av teimum yngru kreftunum í felagnum.