
Royður fremst og Brandur Sigmundarsson aftanfyri (Mynd: Torkil Djurhuus, portal.fo)
Undir brúnna samstundis
Tað var ein serlig sjón at síggja báðar teinæringarnar í Føroyum fara undir brúnna við Streymin samstundis.
Brandur Sigmundarsson, sum er hin nýggjari, fór eitt sindur fyrr, men onkur steðgur hevði við sær, at Royður, hin teinæringurin, kom fram til brúnna áðrenn. Tá tað avtornaði bíðaði Royður eftir tí nýggjara og størra bátinum, so báðir kundu fara yvir um brúnna samstundis.
Tað sigst at hetta er fyrstu ferð í nógv hundrað ár, at tveir teinæringar hava róð saman uppá hendan mátan.
Manningin umborð á bátunum svav í Hósvík í nátt, og í dag gekk leiðin til Nólsoyar. Royður var hin fyrri og var inni um hálvgun seks tíðina. Brandur Sigmundarsson var inni nakað seinni, um 19 tíðina ella har um.
Kelda: Portal.fo