Væleydnaður dagur

Leygardagin 3. mars var aðalfundur í Teinæringafelagnum. 14 fólk møttu til fundin. Á skránni var millum annað framløga av roknskapi, val av nevndarlimum og tiltakslimi, umframt val av granskoðara. Einki mál var innkomið, so fundurin var ikki so drúgvur.

Tað vóru formaðurin, Heðin Laksá Nielsen og skrivarin Jón Kragesteen, sum stóðu fyri valið. Eingin bjóðaði av, so báðir vóru aftirvaldir. Umframt teir báðar eru Búi Brattaberg, Eyðun Egholm og Bødvar Poulsen í nevndini. Nevndin skipaði seg eftir fundin.

Heðin Laksá Nielsen, formaður
Búi Brattaberg, næstformaður
Eyðun Egholm, kassameistari
Jón Kragesteen, skrivari
Bødvar Poulsen, nevndarlimur

Tiltakslimurin síðstu árini er fluttur uttanlanda, og tí skuldi nýggjur finnast. Egil Joensen er nýggjur limur í felagnum, og hann var valdur tiltakslimur.

Til granskoðara var Torfinn Højgaard afturvaldur.

Eftir fundin var prátað um ymiskt. Eitt nú hvørjir túrar skulu gerast í summar. Ætlanin er at fara á bátastevnu í Vestmanna, á bátafestival á Toftum, til bátahugnan í Hvalvík og regatta í Sundalagnum. Eisini vera onkrir styttri túrar. Møguliga ein túr út í Tindhólm.

Eisini hevur felagið fingið eitt telt. Á fundinum bleiv prátað um ymiskt, hvussu vit best fáa gagnýt eitt telt, sum felagið hevur fingið. Nevndin hevur sett seg í samband við komununa og Tórshavnar havn, fyri at vita, um vit fáa loyvi at seta tað upp har sum báturin stendur. Um vit fáa loyvi, so er ætlanin at stoypa ein sokkil at seta teltið á, so at teltið kemur at standa har permanent.

Aftaná fundin varð farið oman á Bacalao, har árar, tyljur, mastur og róður vóru pussaði og smurd. Eisini hugdu vit at tjaldinum, og settu tað upp, sum eina roynd. Tað kann brúkast, um okkurt afturat verður gjørt við tað. Aftaná arbeiðið skipaði nevndin fyri hugnakvøldið. Vi fingu Sven Skarðhamar at gera okkum góða suppu. Eisini var okkurt gott fyri tostan afturvið. Alt í alt ein væleyðnaður fundur og dagur.

Heðin Laksá Nielsen, formaður