Árar og tyljur stóðu fyri tørni

24. Mar 2017

Fríggjakvøldið samlaðust nakrir limir í felagnum og aðrir góðir vinir at felagnum, niðri á loftinum í Baccalao. Árar, tyljur, mastur og alt, sum har til hoyrir, varð lagt inn í eitt rúm har at torna, tá báturin varð tikin upp á land fyri summarið....

les meir

Nú kann teinæringurin torna

08. Mar 2017

Tað eydnaðst tíverri ikki felagnum at fáa bátarnar inn hendan veturin. Hølini, sum hava verið brúkt tvey tey seinastu árini, vóru ikki tøk longur. Tí standa bátarnir í Álakeri. Fyri at fáa størra bátin, teinæringin Royð, at torna so frætt,...

les meir

Teinæringafelagið nýggjan formann

07. Mar 2017

Á aðalfundinum 16. februar var nevndarval á skránni. Góð uppmøting var til fundin, har tríggir nevndarlimir stóðu fyri vali. Bødvar Hjartvarsson stillaði upp sum nýggjur nevndarlimur, og varð valdur í nevndina. Búi Brattaberg og Eyðun Egholm vóru afturvaldir. Nevndin skipaði seg stutt eftir aðalfundin, og...

les meir

Byrja fyrireikingarnar til árið

15. Feb 2017

Teir báðir bátarnir hjá Teinæringafelagnum, teinæringurin Royður og 6-mannafarið Leiftur, standa enn uppi á landi, og fyrireikingarnar til árið eru so smátt farnar í gongd. Bátarnir hava verið nógv brúktur gjøgnum árini, og árið í fjør var einki undantak. Javnan eru...

les meir

Aðalfundurin 2017 verður 16. februar

24. Jan 2017

Aðalfundur í felagnum Teinæringur verður hóskvøldið 16. februar klokkan 20. Fundurin verður huldin í V.U. Hammerhaimsgøtu 20. Nýggir limir, einstaklingar, eru meir enn vælkomnir at tekna seg við at flyta 1.500kr á konto 6460- 379.802.1 ella 9181- 377.817.9. Feløg...

les meir

Sigldu teinæringin úr Vági til Havnar við segli - næstan allan vegin

26. Jul 2016

Ferðafrásøgn: Seinnapartin í dag lá teinæringurin Royður aftur undir Høgukei við Skálatrøð í Havn, har hann vanliga liggur. Hetta eftir, at hann hevur staðið á landi á Garðabrúgv í Vági síðani á jóanssøku fyrst í hesum mánaðanum. Í dag varð hann...

les meir

Teinæringurin Royður flotaður

28. Apr 2016

Gamalt var at flota bátarnar á flaggdegnum. Tað var eisini ætlanin, men vegna vánaligt veður varð tað útsett. Í gjárkvøldið var teinæringurin “Royður” so flotaður og árið kann byrja. Ein teinæringur er eitt 20-mannafar. Báturin er 12,8 metrar til longdar. ...

les meir

Aðalfundur 2016 í felagnum Teinæringur

26. Feb 2016

Fundurin verður 31. mars kl. 17 í hølunum hjá Bjarna Mikkelsen, V. U . Hammersheimbsgøta 13. (Omanfyri gomlu Bátahøllina á Debesartrøð)Skrá Val av fundarstjóra Frágreiðing nevndarinnar frá virki felagsins í farna ári. Framløga av...

les meir