Viðtøkur fyri felagið

Teinæringur

§ 1

Navn felagsins er TEINÆRINGUR og endamál felagsins er:

1. at lata smíða, røkja og umsita ein teinæring,

2. at útvega hóskandi neyst til teinæringin og útgerð,

3. at lýsa og skjalfesta føroyskt bátasmíð handverksliga, søguliga, listarliga og mentanarliga,

4. at varðveita, kveikja, stuðla undir og menna føroyskt bátasmíð,

5. at kveikja og stuðla undir alt virksemi, sum hevur við føroyska bátin at gera, herundir at smíða jarn, leggja tógverk og gera vaðmalssegl,

6. at geva fólki møguleika at rógva og sigla í føroyskum árabátum


§ 2

Felagið er landsumfatandi og dentur verður lagdur á at útvega felagnum limir so víða um landið sum gjørligt. Báturin hevur heimstað í Havn og verður at brúka kring alt landið.

Limir í felagnum kunnu øll gerast, einstaklingar eins væl og fyritøkur og stovnar, ið taka undir við endamálum felagsins.

Feløg, stovnar ella einstaklingar kunnu eisini stuðla felagnum uttan at gerast limir.

Ynskir limur at fara úr felagnum, ella fellur limur frá, kann annar limur koma í hansara stað treytað av, at nevndin tekur undir við nýggja limaskapinum. Nýggjur limur, ið kemur í staðin fyri lim, ið er fallin frá, tekur við limaskapinum hjá gamla liminu og rindar sostatt ikki upptøkugjald.

Tá áliggur nevndini at dagføra limalistan, so hvørt sum nýggir limir koma inn ella limir fara úr felagnum, soleiðis at limalistin altíð er eftirfarandi.

Fráfarandi limur tekur ongan part av ognum felagsins við sær.


§ 3

Innlimingargjald er fyri einstaklingar kr. 500,00 og fyri stovnar og feløg kr. 5.000,00 ella meira.

Árliga limagjaldið er fyri einstaklingar kr. 200,00 og fyri stovnar og feløg kr. 500,00.

Á aðalfundi kunnu verða samtyktar broytingar fyri innlimingar- og limagjaldi, sí § 6.

Limirnir kunnu ábygdast einans við limagjaldinum fyri skyldur felagsins.


§ 4

Hvør einstaklingur, felag og stovnur hevur eina atkvøðu.


§ 5

Felagið verður stýrt av einari 5 mannanevnd vald á aðalfundi. Nevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni, kassameistara og nevndarlimum.

Nevndarfundur er viðtøkuførur, tá allir limir eru møttir og avgerðir verða tiknir við vanligum meiriluta. Standa atkvøður á jøvnum, er formansins atkvøða avgerandi.

Á aðalfundi verða umframt teir 3 nevndarlimirnir, valdir 2 tiltakslimir, sí § 6.

Á fyrsta nevndarfundi eftir stovnandi aðalfund felagsins verður við lutakasti gjørt av, hvørjir 2 nevndarlimir standa á vali til komandi aðalfund, og hvør nevndarlimur til annan aðalfundin. Á aðalfundi verða ávikavist 2 og 1 nevndarlimir á vali. Nevndarlimir kunnu verða afturvaldir.

Tiltakslimirnir verða valdir á hvørjum aðalfundi.


§ 6

Aðalfundurin hevur hægsta vald í øllum viðurskiftum felagsins.

Ársaðalfundurin verður hildin í januar ársfjórðingi. Tíð og stað verður fráboðað við 14 daga freist annaðhvørt skrivliga ella við kunngerð í almennum bløðum. Lógliga lýstur aðalfundur er altíð viðtøkuførur.

Á ársaðalfundi eru fundarevnini hesi:
1. Val av fundarstjóra
2. Frágreiðing nevndarinnar frá virki felagsins í farna ári.
3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar.
4. Innkomin mál.
5. Áseting av limagjaldi og innlimingargjaldi.
6. Val av nevndarlimum og tiltakslimum-
7. Val av grannskoðara
8. Ymiskt


Broytingar í viðtøkum felagsins kunnu bert verða samtyktar á aðalfundi.

Aðalfundarsamtyktar verða gjørdar við vanligum atkvøðumeiriluta. Eru uppskot um viðtøkubroytingar á aðalfundarskránni skal hetta verða boðað frá frammaundan og uppskot til viðtøkubroytingar skulu vera send limunum saman við fundarboðunum.

Innkomin mál skulu vera nevndini í hondum í so góðari tíð fyri aðalfundin, at nevndin hevur stundir at boða limunum frá tílíkum uppskotum, skulu tey koma til avgerðar á aðalfundinum.


§ 7

Eykaaðalfundur verður fráboðaður við somu freist sum aðalfundur, eftir at nevndin ella 1/5 av limunum hevur biðið um eykaaðalfund við tilskilaðari dagsskrá.


§ 8

Nevndin ger reglugerð um brúk av bátinum og virksemi felagsins annars. Reglugerðin verður at leggja fyri aðalfund til góðkenningar.


§ 9

Roknskaparár felagsins er álmannakkaárið og roknskapurin skal verða grannaskoðaður av einum á aðalfundinum valdum grannskoðara.


§ 10

Í gerðabók felagsins skulu verða førdir allir nevndarfundir og aðalfundir, og nevndarfundarfrásagnir verða undirskrivaðar av hjástøddum nevndarlimum.


§ 11

Felagið verður bundið við undirskift formansins, ella í hansara stað næstformansins.

Er talan um mál av størri týdningi, herundir lántøku, krevst nevndarsamtykt og undirskrift av formanninum ella næstformanninum.


§ 12

Avtøka av felagnum kann bert verða framd á serliga fráboðaðum aðalfundi við avtøku felagsins sum dagsskrá.

Ognir felagsins skulu latast feløgum ella stovnum, ið starvast við líknandi uppgávum sum felagið og annars eftir avgerð aðalfundarinnar.


Soleiðis samtyktar á stovnandi aðalfundi felagsins tann 8. juli 2012.
Halgir Winther Poulsen, fundarstjóri